søndag den 7. juni 2009

Umseting

Tá tosað verður um tað føroyska, verður tað ofta sett í samband við nakað sum er ser-føroyskt, nakað sum man vil hava til at vera upprunaligt og sermerkt – okkurt sum ikki lílkst tí ein møguliga møtir aðrastanis í heiminum. Onkusvegna ein sokallað eksludering, har man samstundis ikki setur tað í ein størri samanhang, ella rættari sagt, sær burtur frá einum størri samanhangi og perspektivi, sjálvt um man er tilvitaður um annað. Hetta sæst ofta í samband við tá ein roynd verðru gjørd at definera ein nationalan samleika.

Spurningurin er so hvussu "útlandi" sær hendan samleikan og um tørvur er á at umseta hetta, so at tað er atkomiligt fyri onnur enn føroyingar.

Bertolt Brecht (1898-1956) tosar um í “The Democratic Judge” ein mann, ið søkir um uppihaldsloyvi í USA, har hann stendur framman fyri ein dómara, sum skal geva honum neyðuga loyvi. Trupulleikin er at maðurin ikki kann svara annað enn 1492, tá ið dómarin spyr ymiskar spurningar. Maðurin hittir dómaran tríggjar ferðir uttan úrslit, men fjórðu ferð velur dómarin so at seta ein spurning, har 1492 er rætta svarið, av tí at hann veit at maðurin er ein valamaður, sum tó ikki tosar enskt og skilti tí ikki tað dómarin spurdi um, men hevði hinvegin eginleikar, sum dómarin metti at kundi gera gagn fyri onnur.

Hetta nýtisi ikki at skiljast so konkret, sum nevnt í søminum um mannin, ið søkir um uppihaldsloyvi, men kann førast yvir til mentanarligt, socialt osv. samskifti við onnur.

Verður hetta sett upp í móti tí eksludering, ið liggur í nationalismuni, so ber til at síggja at man samstundis sum man ikki loyvir onkrum inn, so velur man eisini at siga nei takk til møguleikar – og harvið eisini menning og møguleikan fyri størri sannkenning av heiminum og tí at vera menniskja.