torsdag den 16. juli 2009

Broyting: framsýningin KOLONI BOX stytt!

BROYTING: framsýningin KOLONI BOX letur aftur fyrr enn ætlað!

Fríggjadagin 3. juli lat framsýningin KOLONI BOX upp í Müllers Pakkhúsi, har ið framsýningin eftir ætlan skuldi verða opin til og við 24. juli.

Men av tí at vælgerandi felagskapurin Lions Club, sum plagar at hava sína árligu Ólavsøkuframsýning í Müllers Pakkhúsi, vil inn í hølini áðrenn framsýningin KOLONI BOX er liðug, veri eg noyddur til at lata framsýningina aftur longu týsdagin 21. juli kl. 18.

Hetta kom heldur óvart við, serliga tí at eg var óvitandi um hesa misskiljing, at Lions Club vildu inn í Müllers Pakkhús 20. juli og seta framsýningina upp, so at hon kann standa klár eina viku undan Ólavsøkuaftan 28. juli, tá ið hon letur upp – harvið skuldi framsýningin KOLONI BOX tí lata aftur longu sunnudagin 19. juli.

Tí máttu diplomatisku evnini nýtast, so at bæði eg og Lions Club kundu fáa best burtur úr, har niðurstøðan bleiv til at framsýningin KOLONI BOX letur aftur 21. juli, t.v.s. tríggjar dagar áðrenn ætlað og hareftir kemur Lions Club inn eina viku undan Ólavsøku, fyri at gera teirra framsýning.

Møguleiki hevði verið at framsýningin hjá Lions Club bleiv hong upp, samstundis sum at KOLONI BOX varð sýnd fram, men grundin til at eg lati mína framsýning aftur áðrenn, er serliga tann, at mín meting er at tað ikki ber til at bæði framsýningin hjá Lions Club og KOLONI BOX, kunnu vera í Müllers Pakkhúsi samstundis, hetta kemur at órógva alt ov nógv, har áskoðarin ikki fær best møguligu uppliving og rætta samanhang av KOLONI BOX.

Tískil letur framsýningin KOLONI BOX, sum sagt aftur týsdagin 21. juli og ikki sum ætlað fríggjadagin 24. juli. Framsýningin er opin hvønn dag kl. 12-18.

Vinarliga
Jóhan Martin Christiansen