fredag den 29. maj 2009

Fyrstu tankarnir um verkætlanina KOLONI BOX

Tað at liva í einum demokratii, sum samstundis er eitt demokrati, ið hevur status sum koloni, virkar onkursvegna sum eitt sokallað paradoks.

At liva í einum samfelag, har ið alt á ein ella annan hátt, verður lýst og skilt út frá hesum – tað at vera ein koloni – tað er at liva í Føroyum.
Tó eru Føroyar, sum flest øll vita, ikki ein “vanlig” koloni, har Danmark virkar sum eitt kúgandi vald; skilt soleiðis, at tað er ikki so at danski staturin, beinleiðis hevur ógvusligar ágóðar vegna Føroyar, í øllum førum ikki soleiðis, sum vanligt er eyðkenni fyri eina koloni, sum t.d. við Donsk-vestindisku oyggjunum.

Nógvir spurningar koma undan kavi, tá ið hugt verður nærri at hugtakinum Føroyar sum koloni. Hvat er í hesi box’ini, sum vit kalla “Føroyar”? Og hvussu virkar alt hetta í mun til heimin kring okkum? Og er tað demokratiskt?

Hetta ger “paradoksið” torført at skilja og enn meira trupult at kveikja uppreistur ímóti. Tí spurningurin er: Hvat skal mann seta seg upp ímóti? Til hvørja nyttu? Hvat er so málið aftaná at náa? Hvørji virði hanga eftir og hvat verður skilt frá? Og hvat kemur so ístaðin? Hví vil mann búgva í Føroyum? Hví flyta summi av landinum? Og hvat velur ein, sum flytur av ella til landi at hava við sær? Og er hetta nakað ”vit” vilja hava?
Hvussu er støðan í Føroyum í dag?
Hví verður skipað fyri tiltøkum (fyri kvinnur), við New York og Sex and the City sum fyrimynd? Og hvussu er við monnunum? Hvar er føroyski maðurin í øllum rokanum, kann hann gera seg eitt við mannin sum er til skips, luttekur í grindadrápi, hevur stóran bil og hús, eina fitta konu og børn?
Hvussu er við teimum sum ikki eru partur av hesari lívsfatan? Livir ein outsider, undirgrund ella queer mentan í Føroyum? Hvat við eini møguligar ein ser føroyskari queer mentan? Er tað loyvt?
Og hví hevur David Bowie ikki havt konsert í Føroyum?

Ingen kommentarer:

Send en kommentar